Vøruúrval

Alskyns fiskavørur

Fiskapylsur
Fiskavørur

Vanlig fiskapylsa

Vanliga, "originala" fiskapylsan líkist knetti/frikadellu, mildan smakk, krydd er leykur og pipar

Karrypylsa

Karrypylsan fæst í tveimum støddum, viðskeri/steikipylsa góður smakkur av karry, mild sum viðskeri,verður nakað sterkari tá hon verður steikt

BBQ pylsa

BBQ pylsan er krydda við paprika, hevur mildan smakk og er góð sum viðskeri, men eisini væl egnað at skera í tern til salat o.a.

Provence

Krydda við fronskum kryddurtum Herbes de Provence, væl egnað sum viðskeri og skorin í tern til salat

Toskaflak

Føroyskur toskur

Leirvíksknetti

Góðu kendu leirvíksknettini, 4 knetti í posanum, gluten og lactosefrí.

Leirvíksfrikadellir

Góðu leirvíksfrikadellirnar úr toski og gulllaksi, gluten og lactosefríar

Fleiri vørur
Um PrimaFisk
Vælkomin til PrimaFisk
Fiskavørur
Síðani 2004 hevur PrimaFisk framleitt fiskapylsur til føroyska marknaðin, fiskapylsan skorin í skivar er heilsugóður viðskeri og gott til matpakkan, eisini skorin í búffar vælegnað at steikja til døgurða! Fiskapylsan er heilsugóð vøra og inniheldur ikki tilsetingarevnið so sum litevni, haldevni o.s.v. Feittinnihaldið kemur av fiskafiti og plantuolju. Fiskapylsurnar frá Primafisk eru at fáa í nærum øllum matvøruhandlum í Føroyum! PrimaFisk fevnir nú eisini um Knettihúsið í Leirvík, Karl Hansen´s eftf. sum í 50 ár hevur framleitt fiskavørur til føroyska marknaðin.
Veiting gjógnum heilsølur
Okkara vørur verða seldar kring allar Føroyar umvegis okkara veitarar.
Boð

Telefon

+298 743 444

Addressa

Box 35, FO-520 Leirvík, Faroe Islands